avatar

Nón 15.01.19 - Tematýsdagur um ES og Brexit

Nón
Nón
Episode • Jan 15, 2019 • 1h 48m
Stutt eftir at farna øld var komin í helvt tóku seks lond stig til at stovna felagsskapin, sum vit í dag kenna sum ES ella Europeiska Samveldið. Og júst hendan týsdagin skal Undirhúsið í Westminster atkvøða um eina skilnaðaravtalu, nú Bretland fer úr ES.
Hesin tematýsdagurin hevur tí ES og Brexit sum evni. Vit taka pulsin í enska høvuðsstaðnum, ES-høvuðsstaðnum og í skotska høvuðsstaðnum. Áki Johansen er føroyskur sendimaður í London; Elin Mortensen starvast sum sendikvinna í Bruxelles; og Brynhild Weihe lesur løgfrøði í Edinburgh.