Í Nón hesa vikuna viðgera vit fyribrigdið hetjur. Við útgangsstøði í gransking, sum Tóra Petersen, sálarfrøðingur, hevur gjørt, tosa vit við ymisk fakfólk. Her er tað Hans Andrias Sølvará, professarí søgu, sum tosar um gomlu grikkarnar, og hvussu hetjudyrkan teirra varð skipað. Millum annað bar til at atkvøðu ein sterkan herførara í útlegd í tíggju ár, um hann fekk ov stórt vald