avatar

Danskarar skulu vita meira um Føroyar

Nón
Nón
Episode • Sep 8, 2021 • 16m
Færri fordómar og størri vitan. Tað er málið við stórslignari verkætlan, sum Karin Elsbudóttir og Norðuratlantsbryggjan hava tikið stig til.
Norðuratlantsbryggjan hevur fingið 45 milliónir krónur frá donskum grunnum til at menna ein norðuratlantiskan vitanardepil í Tranhuset, sum er gamla lýsihúsið á Christianshavn frá 1781.
Danskarar vita ov lítið um londini í Norðuratlantshavi, tað eru Føroyar, Grønland og Ísland. Og tí er Norðuraltantsbryggjan farin undir eina skipaða tilgongd at skipa fyri undirvísing til donsk børn og ung.