- Hetta er ein dreymur, eg havi gingið við í nøkur ár. Nú fari eg royna, hvussu langt hetta røkkur úti í heim.
Soleiðis sigur Óli Jógvannson, sum sjálvur hevur tikið stig til at fáa 12 av sínum løgum innspæld av trimum symfoniorkestrum.
Útgávan, sum hevur heitið Voyage, kemur út í hesum døgum.
Hoyr samrøðuna við Óla Jógvansson um spennandi útgávuna her.