Glasir er Føroya størsta byggiverkætlan á landi. Og hvussu hildnast nýggi bygningurin, nú hann alment er tikin í nýtslu?
Vit ummæla Glasir saman við arkitektunum Heidi H. Poulsen og Albert Isfeld. Eisini hitta vit rektaran Boga Bech Jensen, vit tosa eisini við nakrar av næmingunum á Glasi, og leita aftur á samrøðu vit gjørdu við arkitektin Bjarke Ingels, tá fyrsti hakin varð settur í svørin.
Tú kanst hoyra reportaguna her!