Norðoyastevnuaftan letur Norðoya Listafelag á øðrum sinni dyrnar upp í Posthúskjallaranum í Klaksvík við framsýningini Summarlist.
Vit hava verið á gátt, har vit hitta samskiparan Edward Fuglø og listarmenninar Jón Sonna Jensen og Dan Helga í Gong, sum eru millum listarfólkini á framsýningina. Harumframt spyrja vit um eitt nú týdningin av tílíkum framsýningum um landið, tá Solveig Hanusardóttir Olsen vitjar í útvarpsstovuni.
Herfyri lat Silvurdrongur úr hondum yrkingasavnið Silvurbók - Kinna Poulsen fer at ummæla nýggja savnið.